Vælkomin

Vælkomin til okkara nýggja nethandil við souvenirs úr Danmark, Føroyum og Íslandi. Vit arbeiða framvegis við sniðgevingina, so vinarliga haldið okkum til góðar um okkurt sær eitt sindur óruddiligt út, og at alt kanska enn ikki riggar sum tað skal. Men vit eru vís í at vit nokk skulu verða heilt liðug til summarið 2023. Vit taka gjarna ímóti ordrum longu nú, antin sum teldupost, á telefon ella í nethandlinum. Setið tykkum endiliga í samband við okkum um tykkum tørvar hjálp, ella um tit hava hugskot til sniðgeving ella annað. Tað ber til at skifta mál niðast á síðuni.

  • ​Solberg Souvenirs ApS er ein heilsøla við goymslu í Lemvig, sum framleiðir, innflytir og selur souvenirs til ferðavinnuna, serliga í Føroyum. Vit eru allarhelst mest kend fyri at selja postkort, men vit hava eisini nógv onnur souvenirs sum t.d. magnetir, bøkur, spælikort, landkort, puslispøl, klisturmerkir, flaggnálir, bamsur, lyklaringar, 3D krystall og ymiskt annað pynt, keppar, taskur, krúss, snapsagløs v.m.